Ein felagsskapur við einum greiðum endamáli
Kiwanis er ein altjóðafelagsskapur av sjálvbodnum, við tí stavnhaldi at stuðla teimum, ið tørva hjálp.
Mannavirði, hjálp og felagsskapur
Kiwanis leggur áherðslu á mannavirði og at styrkja og menna felagsskapin.
Kiwanis er ein altjóðafelagsskapur av sjálvbodnum, við tí stavnhaldi at stuðla teimum, ið tørva hjálp.
Felagsskapurin byggir á samstarv, vinskap og eitt ynski um at gera samfelagið betri fyri onnur.
Hvat stendur Kiwanis fyri?
Endamálið hjá okkum
Kiwanis arbeiðir eftir nøkrum grundleggjandi virðum, sum leggja dent á menniskjað, samstarv, rættvísi, álit og góðan felagsskap.
At meta andalig og menniskjalig virði hægri enn verðslig virði.
At stuðla upp undir at dagligt lív verður soleiðis: “Alt tað, sum tit vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum.”
At royna at bøta um samskiftið fólkanna millum.
Við at stovna Kiwanisfeløg verður grundarlag lagt undir verandi vinskap og samstundis undir eitt betri samfelag.
Gjøgnum Kiwanis at arbeiða saman fyri at styrkja alment álit, rættvísi og sunnari felagsskap.
Gjøgnum samstarv at skapa og varðveita eina sanna, almenna hugsan, eitt ósjálvsøkni, ið ger tað møguligt at fremja rættferð, rættartrygd eins og altjóða og tjóðskaparliga fatan og góðvilja. Harumframt at vera trúgvur móti landi sínum, tá ið tað viðurkennir frælsi hins einstaka.
Børnini fyrst og fremst
Kiwanis arbeiðir fyri at skapa sterkari felagsskap, stuðla teimum, ið tørva hjálp, og gera ein veruligan mun fyri børn og samfelagið.